Steðga happing á netinum, áðrenn tað er ov seint
Vit eru glað fyri, at vit kunnu bjóða tær hjálp og ráðgeving til happing á netinum




Um okkum
Okkara søga
Sum ráðgevi og sálarfrøðingur, er tað umráðandi fyri okkum, at veita menniskum okkara bestu hjálp og tænastu. Vit arbeiða við at hjálpa tær, sum stendur í einari støðu, har tú verður útsett/ur fyri happing á netinum, ella fyri teg, sum kennir onkra, sum verður útsett/ur fyri slíkum á netinum.
Okkara tilgongd
Vit trúgva uppá at hendan síðan, kann hjálpa nógvum, ið koma út fyri happing á netinum. Vit trúgva uppá at vit kunnu hjálpa og ráðgeva øllum, sum ikki vita hvussu tey skulu bera seg at í slíkum støðum.

Tænastur
Vit hava ymiskar tænastur at bjóða tær, sum stríðist sálarliga, ella til tín, sum hevur brúk
fyri at tosa við onkran serfrøðing.

Bólkaprát
Vit bjóða bólkaprát, sum fevnur um
fólk, sum hava verið, ella eru í somu
støðu, sum tú ert ella hevur verið í.
Bólkaprát er einaferð aðru hvørja viku.

Ráðgeving gjøgnum boð
Vit bjóða ráðgeving gjøgnum boð, til
tín, sum hevur tað trupult at tosa um
tínar trupuleikar, men ynskir ráðgeving
til hvussu tú kemur víðari.

Prát við sálarfrøðing
Vit bjóða sálarfrøðiliga hjálp, til tín,
sum stríðist sálarliga, og ikki veit
hvussu tú skalt koma burturúr
tí, sum tú hevur verið ígjøgnum.
Ummæli frá kundum
Joan Jakobsen
Eg eri takksom og glað fyri hjálpina, eg havi fingið frá tykkum, tað hevur hjálpt mær at betur sálarliga.
Ingi Petersen
Fantastisk hjálp. Eg fekk mína lívsgleði aftur.
Maria Mikkelsen
Eg fekk eina heilt aðra sjón uppá hvussu eg framyvir fái taklað støður á netinum.
Síða okkara hevur til endamál at fáa
sett orð á hvussu umráðandi tað er
at seta orð á verðina á sosialum
miðlum. Atburður á sosialum
miðlum oyðleggur meira enn vit
eru tilvitaði um.
Trivnaður
Ráðgeving
Áðrenn tað er ov seint
Sálarførðiliga hjálp
Bólkaprát
Tú ert ikki einsamallur í hesum
Hví okkum
Hjálp til at handfara atburð á netinum
Okkara høvðusfokus er at fáa minka um keðiligan og neiligan atburð á netinum, sum ofta endar við happing.
Stuðul
Vit bjóða professionellan stuðul til fólk, sum hava fingið mein, ella hava tørv á at sleppa burtur frá keðiligum upplivingum á netinum.